140x140

Kortlegging við dronum

Umhvørvisstovan nýtur dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum.

Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar uml. 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar o.a. Flúgvingin er skjótt avgreidd, tað tekur uml. 45 min. at flúgva 1 km2. Til ber at síggja myndakort frá dronum á www.kortal.fo.

Umhvørvisstovan flýgur dronur við loyvi frá Trafikstyrelsen. Til ber at lesa meira um reglugerðirnar innan dronuflúgving á heimasíðuni hjá trafikstyrelsen, sí leinkjuna í høgru síðu.

Dronurnar, ið verða brúktar, eru úr løttum og haldførum tilfarið og viga beint undir 1,5 kg. Les meira um dronuna, ið vit brúka á www.nordicdrone.dk.

 

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf 342400, ella send ein teldupost til us@us.fo.

Kortlegging við dronum