140x140

Spillivatnsútleiðing norðuri á Strond

Umhvørvisstovan hevur hin 10. juli 2018, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, veitt P/F Bakkafrost treytað loyvið til:

At leiða út óreinsað spillivatn út í Haraldsund, tíðaravmarkað fram til 1. januar 2020.

Skrivið sæst her

Avgerðin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra avgerðina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.


Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 9. august 2018.
 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir