140x140

Føroyar vertur fyri fyri norðurlendskum arbeiðsfundi

27-08-2018 | Dálking og vernd

Arbeiðsbólkurin HAV undir norðurlendska ráðharraráðnum hevði arbeiðsfund í Skálavík í farnu viku.

Evni, sum vórðu viðgjørd á fundinum, vóru millum annað plast í havinum, økta CO2 innihaldið og hækkandi hitin í atmosferuni, sum gera havið súrari, og hvørjar fylgjur tað kann hava fyri plantu- og djóralívið í havinum.

Á hvørjum ári í mai mánaði verður lýst við nøkrum evnum, sum stuðul verður latin til at kanna. Í ár vórðu hesar umsóknir viðgjørdar á fundinum í Føroyum. Bólkurin fekk 12 umsóknir, sum er nakrar færri enn vanligt. Umsóknirnar fáa vanliga millum 250.000 og 450.000 kr. í stuðli.

Í HAV-bólkinum sita umboð úr umhvørvisfyrisitingunum í norðurlondunum. Umboð fyri Føroyar er Ingvard Fjallstein á Umhvørvisstovuni. Føroyar røkja eisini skrivarauppgávuna fyri HAV-bólkin. Tað er Marita Guttesen, samfelagsfrøðingur, sum hevur hendan leiklutin.

Meira fæst at vita um virksemið hjá HAV-bólkinum her.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, spyr eftir Ingvard Fjallstein, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur