140x140

Múlin er hægsta fjall á Hestoynni

28-05-2018 | Kort og adressur

Higartil hevur tað verið ógreitt hvat hægsta fjallið í Hestoynni er. Sambært kortunum eru bæði Eggjarrók og Múlin 421 m høg.

Tann 25. mai 2018 var Umhvørvisstovan sína árligu starvsfólkaútferð, og hesaferð gekk leiðin út í Hest. Fyri at finna út av hvar hægsta punktið var, varð farið niðan á bæði fjøllini við gps-útgerð, sum við cm neyvleika kann fastleggja hæddir.



Úrslitið av uppmátingini gjørdist sera tætt. Einans 12 cm vóru á muni millum topparnar.

Múlin  420,48 m
Eggjarrók  420,36 m




Úrslitið merkir eisini, at bæði Múlin og Eggjarrók ikki longur eru 421 m, men bert 420 m. Hetta kemur tó ikki heilt óvart, tí landið lækkar við tíðini, av tí at vatnstøðan hækkar. Í tíðarskeiðinum frá 1968 til 2009 hækkaði vatnstøðan umleið 8 cm. Hetta svarar til, at vatnstøðan hækkar umleið 2 mm um árið.
 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo

« Aftur