140x140

Næmingur úr 9.ð fekk høvi at royna seg sum laborant

16-03-2018 | Gransking

Í desember í fjør var Jóna í starvsvenjing á Umhvørvisstovuni. Dagliga gongur Jóna í 9.ð á Skúlanum á Fløtum. Men í síni starvsvenjing fekk hon høvi at royna seg sum laborant. Hon hjálpti Mariu Dam uppi á Granskarasetinum iNOVA.

Kanningarnar snúðu seg um, at royna ein nýggjan hátt at máta diflubenzuron í hummara. Hesin mátin nýtir QuEChERS til at taka diflubenzuroni úr vevnaðinum. Kanningarnar vístu at QuEChERS hátturin helst er vælegnaður til at kanna lítlar nøgdir av diflubenzuron í hummarum.

Les stuttu frágreiðingina um kanningarnar her.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at venda tær til Mariu Dam, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur